Kekkia

Kekkia er lýðveldi í Miðevropa.

Česká republika
Flagg Kekkiu
(Flagg Kekkiu)
Skjaldarmerki Kekkiu
(Skjaldarmerki Kekkiu)
Tjóðarslagorð: Pravda vítězí
Tjóðsangur: Kde domov můj?
Kekkia
Alment mál Kekkiskt
Høvuðsstaður Prag
Forseti Miloš Zeman
Forsætisráðharri Petr Fiala
Fullveldi 1993
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
78,871 km²
2,12 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2021
 - tættleiki
 
10 701 777
136/km²
Gjaldoyra Kekkisk króna (CZK)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .cz
Telefonkota +420

Í ein landnyrðing hevur Kekkia mark við Pólland, í ein landsynning við Slovakia, í suðri við Eysturríki og í vestri við Týskland. Høvuðsstaðurin er Prag, landið hevur umleið 10,5 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er kekkiskt. Kekkia gjørdist limur í ES 1. mai 2004.

Kekkia
Prag

Ídnaðurin í Kekkia er tann framkomnasti í teimum fýra londunum í hjartanum í Miðevropa. Búskapurin er nútímansgjørdur og lívskorini rættiliga góð. Frá 1918 til 1993 vóru Kekkia og Slovakia eitt samveldisríki, nevnt Kekkoslovakia. Í 1950-árunum kom landið undir sovjetiskt eftirlit. Tá ið kommunistastyrið í samveldisríkinum fall, gjørdi fólkið av, at ríkið varð býtt í tvey - Kekkia og Slovakia. Stórur partur av landinum er háslætti, girdur av rættiliga høgum fjøllum. Kekkar eru tjóðskaparsinnað fólk.

Ikki langt frá søguliga býarkjarnanum í Prag, sum er ein av vakrastu høvuðusstøðum í Evropa, hevur blómandi handilslív tikið seg upp. Mong koma til Prag, bæði at síggja vakra býin og í handilsørindum. Men sum so nógvastaðni í Miðevropa er luftdálking álvarsligur trupulleiki. Dálkingin stendst mest av verksmiðjunum í stóru ídnaðarøkjunum í býunum uttan um hann.

Øl er ein tann gitnasta vøran úr hesum fram komna ídnaðarlandinum. Kekkar hava bryggjað í øldir, og kendasta ølið er Pilsner, bryggjað í Plzen síðan 1925, og Budweiser, bryggjað í Budvar. Ídnaður hevur eisini mong ár á baki. Longu í 13. øld tók námsvinna seg upp í fjøllunum, og enn arbeiða mong í námsvinnuni. Týdningarmestu ídnaðarvørurnar eru akfør, spreingievni, plast og klæði.

Jarðarviðurskiftini í Kekkia eru nógv øðrvísi enn í Póllandi. Jørðin er løgd saman í stórgarðar, ið eru landsjørð, ella í felagsgarðar, ið eru óðal. Men sum í Póllandi hevur skiftið frá miðstyrdum kommunistabúskapi til marknaðarbúskap verið trupul tíð hjá bóndunum, tí at teir hava ikki verið vanir við opnan marknaðarbúskap. Úrtøkan er stór á kekkisku gørðunum, og teir fáa mest korn burturúr í øllum Miðevropa. Sum í grannalondunum verður mesta kornið brúkt til fóður, tí at bøndurnir hava lagt seg mest eftir at halda sláturneyt og mjólkneyt.

Sjónleikarlistin er hátt í metum í hesum londum og hevur røtur eini 800 ár aftur í tíðina; tí var tað ikki annað enn sambærligt, at fyrsti forsetin í Kekkia, Vaclav Havel, er gitin sjónleikahøvundi. Kekkia hevur eisini átt mong mæt listafólk í øðrum listagreinum, serliga tónleiki, bókmentum og filmi.

Í øldir hevur góði sandurin, ið er í Böhmen í Suðurkekkia, verið nýttur sum ráevni í glasgerð. Í miðøld varð glashandverk úr Böhmen hámett fyri sínar framúr vøkru glasmálningar. Böhmiskt glas er gitið fyri dygd og vakurleika og verður framvegis gjørt nú á døgum.

Søga

Frá 1918 til 1993 vóru Kekkia og Slovakia eitt samveldisríki, nevnt Kekkoslovakia. Í 1950-árunum kom landið undir sovjetiskt eftirlit. Tá ið kommunistastýrið í samveldisríkinum fall, gjørdi fólkið av, at ríkið varð býtt í tvey - Kekkia og Slovakia.

Landalæra

Býir

  • Prag
  • Brno
  • Ostrava
  • Plzeň
  • Olomouc
  • Liberec
  • České Budějovice
  • Hradec Králové

Sí eisini

Keldur


Wiki FøroysktKekkia 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Kekkia SøgaKekkia LandalæraKekkia Sí eisiniKekkia KeldurKekkia1. mai2004ESEysturríkiKekkiskt málLýðveldiMiðevropaPragPóllandSlovakiaTýskland

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Rebekka FugløHeimsvevurAngolaSjónleikari1980TalufrælsiOngland160-áriniFors��aUnion JackSkeiðbundna skipaninSikhismaNýsælandSagnorðPortugalLokiNiðurlendskt málSilkihegriBRon DeSantisFøroyskar bókmentir1777Hansina Iversen8. septemberASameindu tjóðirHergéMoldovaJames GandolfiniEnskt málNorðurlondFøroyarVilhelm III av OnglandiTróndur PaturssonReindýrMarianna Debes DahlFrits JohannesenAktiv deyðshjálpHans Andrias DjurhuusAlisfrøðiElisabeth AndreassenMýlPortugisiskt málMagdalena AnderssonSky FerreiraBárður Kass NielsenLeygardagurEdinburgh1889Fyrri veraldarbardagiTú alfagra land míttKornUndrið FF15. januarTjóðveldiPenicillinWilliam ShakespeareKyknaXenofanesGeorge W. BushLandbúnaðurHannah MontanaCiderISBNSusanna MälkkiSosialisma🡆 More