Aleksandur Mikli

Eftir bara 13 árum gjørdi Aleksandur Mikli (á grikskum; Αλέξανδρος ο Μέγας ella Μέγας Aλέξανδρος) (juli 356 f.Kr.

- juni 323 f.Kr.) grikska kongsríki sítt til stórveldi heilt eystur ímóti India. Hann var sonur Filip 2. í Makedónia (382-336 f.Kr.) og var frá ungum árum á herferð við pápanum. Tá ið hann tók við eftir pápan, var hann virdur fyri sítt dirvið sum hermaður og síni framúrskarandi evni sum herovasti. Hann setti sær fyri at røkka tí máli, pápin hevði miðað ímóti, at sleppa grikskum londum undan persiskum yvirræði, og frá 334 til 330 f.Kr. tók hann Sýria, Lítlaásia, Fønika, Persia og Egyptaland. Í Egyptalandi bygdi hann býin Alexandria. Hann helt leiðina eystur til Indialands, men mátti venda aftur, tí at persar høvdu gjørt uppreistur. Aleksandur doyði í 323 f.Kr., barnaleysur, so ríkið var skift ímillum fremstu herovastar hansara.

Aleksandur Mikli

Tá ið Aleksandur doyði, var ríkið hansara vestan úr Makedónia og eystur at ánni Indus. Til tess at styrkja um valdið í londunum, hann hevði tikið, eggjaði hann teimum til at gifta seg við gentum úr hersettu londunum.

Sum ungur fekk Aleksandur bestu útbúgving, pápi hansara kundi útvega honum. Lærari hansara var mæti athenski heimspekingurin Aristoteles, sum gróðursetti í Aleksanduri hugsjónina um talifrælsi. Alla sína tíð sum kongur stuðlaði Aleksandur grikska list og mentan.

Aleksandur Mikli var av mætastu herovastum og var mikil persónmenska. Mangir av hermonnum hansara mettu hann sum ein gud. Altíð var hann fremstur í bardaga, til gongu, ella hann reið á stóra, svarta hestinum Bukefalosi. Aleksandur varð mangan særdur í stríði og var altíð fúsur at stríðast og eisini býta herfong við menn sínar. Hann doyði av hitasótt 33 ára gamal.

Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

323 f.Kr.330 f.Kr.336 f.Kr.356 f.Kr.EgyptalandGrikkalandGrikskt (mál)IndiaJuliJuniMakedóniaSýria

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Radium4. januarLøgmenn í FøroyumGeorg I av StórabretlandiOyggjaland í sólJallurinHøvuðsstaður22. februar1814Zulu málSjón (rithøvundur)Komplekst talKvørkveggja18. januarCiderIrakFirenseGrátt undir steiniAlbert EinsteinOnglandLæknafrøðiPlantuátarRegin JacobsenSjónvarp FøroyaColorado9. januarKlorLýðveldið VenesiaHargabrøðurnirFøroyska stavraðiðKommunur í Føroyum5. juliAssýrarSameindu Tjóðir9. februarMen lívið lærCharles BukowskiEnskt málSurinamISO 3166-1MissouriPapua NýguineaTýsklandKorallrivSummar19. januarDunnaldur DunnaVirgil van DijkFall (mállæra)15641008SvartahaviðFosforGongustjørnurMarius Ziska117331. maiKongaørnEyðkvæmiNobelvirðislønin í bókmentumInternet2StjørnufrøðiFongsulFK Nevėžis KėdainiaiRólandskvæðiAmtmansborgin🡆 More